Uppisjóvarfiskiskapur er okkara vinna.
P/F Varðin er móðirfelagið hjá feløgunum, sum rekur fýra uppisjóvarskip:
- P/F Hvamm, M/S Tróndur í Gøtu
- P/F Krossbrekka, M/S Finnur Fríði
- P/F Driftin, M/S Jupiter
- P/F Gulenni, M/S Saksaberg
Sögan hjá Varðanum.
Varðin P/F varð stovnað í 1985. Tað vóru 16 menn,
sum fyri 25 árum síðani tóku stig til at byggja Trónd í Gøtu. Tey fyrstu árini
vóru tung at koma ígjögnum, og lítið manglaði í at alt fór av knóranum. Persónligi
váðin var stórur, men samanhaldið sveik ongantíð og fyrst í 1990’unum broyttist
gongdin til tað betra.
Vit eru í 1986.
Tað er fult bluss undir øllum ketlum í landinum – eisini í Gøtu. Kortini eru
fleiri sum halda, at skipini í Gøtu eru farin at eldast, og at vinnulívið í
bygdini eigur at verða endurnýggjað.
Menn banka eitt
sindur á ryggin hvør á øðrum, og endin verður, at 16 mans gera av at seta tilsamans
8,6 milliónir í eitt nýtt skip, sum fyrst og fremst skal fiska svartkjaft til
matna. Skipið kemur við í “skipapakkan” hjá táverandi løgmanni Atla Dam, har 16
reiðarí fingu landskassaveðhald til nýggj skip, sum fær navnið Tróndur í Gøtu.
Alt sær ljóst út,
tá byrjað verður. Svartkjaftur til matna tykist verða ein marknaður í vøkstri.
Men tá farið verður
undir driftina, gongur ikki eftir vild. Bæði fiskarí og prísur svíkja. Tað er
svenski bankin PK-finans, sum hevur umboð í Føroyum, ið fíggjar. Og har verða
nógvir kreppufundir hildnir. Men hóast bankin letur reiðaríið sleppa undan at
rinda avdrøg í tvey kvartal, gongur tað ikki.
Ein vón birtist
tá prísurin á svartkjaftafarsinum, sum framleitt verður á Bakkafrost, hækkar í
stórum. Reiðaríið samráðist um hægri prís fyri rávøruna – men hetta er júst tá
umhvørvisfelagsskapir stríðast uppá tað harðasta móti føroyskum grindadrápi.
Tað eydnast hesum felagsskapum at seta vøruna hjá Bakkafrosti í sera ringt ljós
á týska høvuðsmarknaðinum. Úrslitið er, at prísurin fer úr 14 niður í 8 krónur
fyri kilo.
Nú setur svenski
bankin knívin á barkan. Okkurt álvarsamt má gerast. Og ein loysn er eyðsýnd:
Hóast reiðaríið ikki klárar at svara hvørjum sítt, so fær manningin eina hýru,
sum er væl hægri enn tað, ið forvinnast kann upp á landi. Og um hýruprosentið
verður lækkað úr 20 niður í 16%, fer at síggja bjartari út.
Tá reiðarin
leggur hetta fyri manningina, væntar hann torførar tingingar. Men í dag minnist
hann tað sum mest positiva fund, hann hevur verið á. Tí manningin er ikki bara
sett í starv hjá reiðarínum. Nærum allir teir, ið eru við, hava sjálvir sett
heilt nógvan pening í verkætlanina. Teir vita, at fer skipið av knóranum,
standa teir eftir við skuldini – men ongum skipi. Manningarfeløgini eru misnøgd
við at teirra sáttmálar verða settir til viks, og ganga hart á reiðaríið. Men
tá manningin sjálv vil hava hetta, er ikki so nógv at gera.
Á veg í fútarættin
Nú fer at ganga betri
– men enn er ikki sloppið. Og í 1988 fær reiðarin tey tyngstu boðini, ein
reiðari kann fáa: Hann skal møta í fútarættinum. Tróndur í Gøtu klárar ikki at
svara hvørjum sítt, PK-finans hevði mist áltið á verkætlanina, og skipið skal á
tvingsilsølu!
Men á veg í
fútarættin gera teir eina seinastu roynd, og fara at tosa við Føroya Banka. Har
eru boðini, at um teir kunnu kautionera fyri 3,5 milliónir afturat, kann bankin
saman við realinum yvirtaka fíggingina og lata verkætlanina halda fram.
Hóast teir 16
menninir longu hefta fyri sera stórar upphæddir, játta teir flestu at leggja
200.000 krónur á borðið afturat. (200.000 var umleið prísurin á einum sethúsum
á bygd um hetta mundið).
Hetta er heldur
ikki nóg mikið í fyrstu atløgu. Men tað gongur framá. Fiskiskapur og prísur
kvinkar rætta vegin. Og í 1990 gleppur. Raksturin stendur fyri fyrstu ferð upp
og niður.
Góð ár
Men hóast pengar
nú koma inn í kassan, verður farið varliga fram. “Nógv spurdu, um vit ikki
skuldu gera íløgur í hetta og hatta. Men royndirnar høvdu lært okkum at hugsað
okkum væl um”, sigur Jákup. Og tær íløgurnar, sum verða gjørdar tá ráðini verða
til tað, skulu eisini vísa seg at vera væl valdar.
Í 2009 skiftir
navnið á samtakinum Vinnan P/F til Varðin P/F. Varðin, sum átti Trónd í Götu og
er upprunin til felagið eitur nú Hvamm P/F.
Í dag er Tróndur
í Gøtu bara ein lítil partur av samtakinum P/F Varðin, sum eigur tey fýra skipini
Tróndur í Götu, Finnur Fríði, Jupiter og Saksaberg, og eisini eigur í öðrum
felögum.
Tveir nýbygningar afturat og Tróndur í Gøtu úr
flotanum
Størstu íløgurnar
hjá Varðanum higartil hevur verið Finnur Fríði, sum í 2002 varð keyptur fyri
156 milliónir og nýggi Tróndur í Götu, sum kostaði u.l. 260 milliónir.
Tað var ein
stórur dagur, tá tað skipið kom í flotan í desembur í 1986 – og tað var eisini ein sorgblíður dagur tá Tróndur í Gøtu segði sítt farvæl á Götuvík
19. Juni 2008 – tað skipið, sum alt byrjaði við – fór úr flotanum.
Hetta er einasta
skip í tí sonevnda “skipapakkanum” hjá Atla Dam, sum framvegis er á føroyskum
hondum, og tað einasta av teimum 16 skipunum í pakkanum, sum hevur rindað
veðhaldið aftur til landið.
Hart leikaði á tey fyrstu árini. Svartkjafturin hevur verið eitt grundarlag öll 25 árini síðan Tróndur kom. Seinast í 80-árunum og upp gjögnum 90-árini var Tróndur í Götu berandi í föroysku svartkjaftavinnuni, og onkur ár enntá einsamallur og uttan Trónd í Götu hevði föroyska svartkjaftavinnan og uppisjóvarvinnan sum heild neyvan verið komin upp á tað stöðið, hon er í dag. Mann hevur spent seg út, fyri at varðveita svartkjaftavinnuna og uppisjóvarvinnuna.
Umstöðurnar broytast og ongin kann siga hvat
framtíðin ber, men sum reiðarin hevur sagt: “Tað avgerandi var, at allir, sum vóru við, stóðu
saman, tá tað leikaði á. Allir kendu tað sum sítt skip. Allir vildu stríðast
fyri at fáa tað at bera til, og allir vildu taka sín part av váðanum á seg”.





