30. Jan 2012
Finnur Fríði kom inn á Kollafjörð í gjörskvöldið við 700 tonsum av svartkjafti. Teir byrjaðu at landa beinan vegin og teir verða væntandi lidnir at landa á midnátt.Teir royndu eftir svartkjafti sunnaliga í bankarennuni, har tað er krav at nýta rist. Finnur Fríði hevði...
20. Jan 2012
Tvøroyrar kommuna: Umboð fyri P/f Varðin í Gøtu og P/f Delta Seafood á Tvøroyri, ið nú hava stovnað felagið P/f Varðin Pelagic, hava í dag vitjað Tvøroyrar Býráð. Tey fingu handað prinsipielt byggiloyvi og leigusáttmála fyri undirlendið.- Í summar fer eitt nýtt stórt nýmótans...
17. Jan 2012
Varðin P/F úr Gøtu kunngjørdi fyri góðari viku síðan ætlanir um at byggja uppisjóvarvirki á Tvøroyri saman við Delta Seafood P/F. Feløgini bæði hava í dag stovnað felagið, sum skal standa aftanfyri hesa verkætlanina, sum fevnir um pelagiskt matvøruvirkið, ið skal standa á bryggjuni...
06. Jan 2012
Varðin P/F úr Gøtu hevur avgjørt at lata byggja uppisjóvarvirki á Tvøroyri saman við Delta Seafood P/F. Virkið, ið skal standa á bryggjuni á Tvøroyri, hevur í byrjanini eina framleiðsluorku uppá 600 tons um døgni, ið framyvir skal økjast upp til 1000...
31. Des 2011
Vit ynskja manningunum á Tróndi í Gøtu, Finnur Fríða, Jupiter og Saksaberg, og teirra familjum - og øllum okkara viðskiftafólkum - eitt eydnuríkt og av Harranum signa Nýggjár.Vinarliga Varðin P/F ...
11. Nov 2011
Jupiter og Tróndur í Gøtu, eru lidnir við sildakvotuna. Teir hava seinastu dagarnar leitað eftir makreli í føroyskum sjógvi, eystanfyri og sunnanfyri. Mikudagin vóru skipini stødd eystur úr Føroyum og í gjár vóru tey stødd suður úr Suðuroynni á 60,4N, men skipini funnu ikki makrel....
11. Nov 2011
Tá Finnur Fríði landaði góð 1300 tons í Væröy fyri eini 14 dögum síðan, fingu teir hægsta miðalprís, sum nakrantíð er goldin fyri eina sildalast í Norra. Prísurin var 7 norskar krónur.Tá Jupiter landaði hjá Skagerrak Pelagic íSkagen fyri nökrum dögum síðan, slógu teir...
26. Okt 2011
Finnur Fríði landaði 1.300 í Værøy 24. og 25. oktober, teir vóru lidnir at landa kl. 10 gjáramorgunin. Tað sum var so serligt við hesi landingini var at Finnur Fríði fekk hægsta prís fyri sild, sum nakrantíð er selt á Norges Sildesalgslag. Tað snýr seg...