Jupiter er komin inn til Peterhead við u.l. 850 tonsum av makreli.
Jupiter hevur partrola norðanfyri í föroyskum öki, hesaferð saman við Tróndi í Götu. Teir komu í morgun inn til Peterhead við u.l. 850 tonsum av makreli. Tað tekur u.l. eitt dögn at landa lastina, og teir fara væntandi beinleiðis aftur til fiskiskap, tá teir eru lidnir at landa.
Hendan myndin varð tikin av einum av manningini á Jupiter, tá teir komu inn tíðlja í morgun.






