Búskaparráðið legði mánadagin
fram búskaparfrágreiðingina fyri várið 2011. Fráðgreiðingin er áhugaður
lesnaður, tí hon fyrst og fremst varpar ljós á støðuna í fiskivinnuni og tørvin
á at fremja bygnaðarbroytingar í fiskivinnuni, so høvuðsvinnan fær ein lønandi
rakstur. Samanumtikið er frágreiðingin eitt gott upplegg til eitt
grundleggjandi orðaskifti um støðuna í føroysku fiskivinnuni.
Men tá tað ræður um
makrelin, er Búskaparráðið á heilt skeivari leið.
Ráðið mælir til at
leggja eitt tilfeingisgjald á makrelin í 2011. Í frágreiðingini verður sagt:
“Miðalprísurin á makreli var í 2010 umleið 8 kr./kg. Siga
vit at kvotan í 2011 verður 100 tús. tons, verður avreiðingarvirðið á
makrelinum umleið 800 mió. kr. Tilfeingisgjald til landskassan á t.d. 2 kr. kg.
hevði givið 200 mió. kr.”
Tað er rætt, at makrelurin,
sum norsk skip fiskaðu á heysti í fjør og seldu um norsku uppboðssøluna hevði
ein meðal prís upp á 8 kr. kg. Meðal avreiðingarprísurin av makrelinum, sum føroysk
skip fiskaðu í summar, var eina góða helvt av hesum. Skipini fiskaðu í fjør
smb. uppgerð hjá Fiskiveiðieftirlitinum sløk 71.000 tons, sum smb. uppgerð hjá Hagstovuni
vórðu landað fyri 304 mió. kr. Hetta gevur ein meðalprís upp á 4,30 krónur.
Tí er tað skeivt av
Búskaparráðnum at fyrigykla politikarunum, at teir kunnu fáa 200 mió. kr. í
tilfeingisgjaldi burtur úr makrelkvotuni.
Harumframt ber ikki
til at selja somu atgongumerkir tvær ferðir. Tilfeingisgjald er longu lagt á
makrelin í 2011. Løgtingið samtykti 22. desember í fjør, at m.a. reiðaríini hjá
nótaskipum í 2011 skulu gjalda ein tilfeingisskattupp á 2,5% av skattskyldugu inntøkuni omanfyri 1 mió. kr.
Hvussu
tilfeingisgjald skal skipast í framtíðini skulu vit ikki taka støðu til her,
men tað má verða tað sama fyri allan flotan. Tað er ikki rætt at brúka makrelin
til eina royndarverkætlan á hesum øki, soleiðis sum Búskaparráðið mælir til.
Ikki ein nýggjur fiskiskapur
Búskaparráðið sigur
fleiri ferðir í frágreiðingini, at makrelfiskiskapurin er ein nýggjur
fiskiskapur. Hetta er ikki rætt. Í mong ár hevur makrelurin verið ein partur av
rakstrargrundarlagnum hjá nótaskipunum, meðan restin av kvotuni hevur verið
brúkt til at keypa botnfisk frá Russlandi, Noregi, ES og Íslandi til
botnfiskaflotan.
Tvey viðurskifti
ávirka støðuna við makrelinum í løtuni. Annað er, at makrelurin seinastu árini
hevur broytt ferðingarmynstur, so hann kemur longur vestur og norður um
summarið at leita sær føði. Men hetta er ein og sami makrelstovnur.
Hitt er, at henda støðan
er grundarlagið hjá Føroyum fyri at krevja at fáa 15% av samlaðu kvotuni. Fiskiskapurin
eftir makrelinum er óvanligur í løtuni, tí ósemjan millum strandalondini hevur
við sær, at tað fer fram ein stór yvirfisking í mun til tilmælini hjá ICES. Sambært
tølunum hjá ICES var yvirfiskingin í 2010 uppá góð 60%.
So vítt vit vita,
taka hvørki Føroyar ella Ísland undir við eini yvirfisking, men londini vilja
hava eitt annað býti, sum gevur teimum ein størri part. Seinastu gott og væl 20
árini hevur árliga TAC-ið í meðal verið sløk 600 tús. tons og veiðan nakað tað
sama, og eru fiskifrøðingarnir ikki heilt av leið í sínum metingum, so vita
vit, hvat vit eiga, tá vit fyrr ella seinni gera eina semju um makrelin.
Ikki rætt at revsa teir, ið tillaga seg
Høvuðsboðskapurin í
frágreiðingini hjá Búskaparráðnum er, at veiðitrýstið undir Føroyum seinastu 15
árini hevur verið 50-70% hægri enn tað veiðitrýstið, sum gevur mest
búskaparliga. Tí er neyðugt at tillaga flotan.
Hetta er júst tað,
sum nótaflotin hevur gjørt seinastu nógvu árini fyri at tillaga fiskiorkuna til
fiskimøguleikarnar. Sum vit vístu á í síðstu viku, er svartkjaftakvotan hjá
nótaskipunum minkað úr 250.000 tonsum í 2007 niður í 10.000 tons í 2011.
Sildakvotan er minkað við 43 prosentum síðan 2009. Tillagingin hjá nótaskipunum
byrjaði áðrenn hetta, men síðan eru eru tvey skip afturat tikin úr vinnu. Sum
støðan er í dag, er framvegis yvirkapasitetur hjá skipunum, sum eru eftir.
Íløgur eru gjørdar
fyri hundraðtals milliónir í at
nýmótansgera og at effektivisera pelagiska flotan, fyri at økja avkastið av
pelagiska tilfeinginum. Yvir tíð er pelagiska tilfeingið samanlagt rímiliga
støðugt, og tað er greitt, at hesar stóru íløgur eru gjørdar við áliti á, at
flotin luttekur bæði í niðurgongd og uppgongd í teimum einstøku pelagisku
stovnunum.
Umráðandi er, at
teir, sum gera íløgur í at tillaga flotan kunnu líta á, at teir eiga
rationaliseringsvinningin, og at tillagingin ikki verður brúkt til at koyra
nýggja fiskiorku og nýggjar aktørar inn í vinnuna.
Tí er okkara støða,
at skeivt er at taka skottið millum uppisjóvarflotan og botnfiskaflotan burtur.
Verður pelagiska fiskiorkan økt á annan hátt, so hava vit eitt vánaligari
lønsemi í uppisjóvar fiskiskapinum, tá gerandisdagurin í makrelinum fyrr ella
seinni kemur aftur.
Felagið Nótaskip





