Á limafundinum hjá Reiðarafelagnum í gjár kunngjørdi nevndin  í reiðarafelagnum, at hon frásigur sær uppgávuna at samráðast við manningarfeløgini vegna limirnar.

Hetta merkir, at limunum nú stendur frítt at gera sum fragast, sum teir skriva á síni heimasíðu.

Tí bað felagið Nótaskip, aftaná fundin í gjár, manningafeløgini um fund í dag annan februar. Fundurin byrjaði klokkan 10 í hølunum hjá Fiskimannafelagnum.

Tingast var aftur og fram um viðurskifti í sáttmálanum, viðurskifti, sum vit ikki skullu koma nærri inn á her. Men fyri at nevna eitt mál hjá hvørjum parti, so ynsktu manningafeløgini at fáa flogferðir goldnar, um maður hevur verið mynstraður í ein mánað ella meir (hetta var áður tveir og ein hálvur mánaði). Hertta varð eftirlíka. Hinvegin fekk nótafelagið við í sáttmálan, at landingarútreislur skulu trekkjast frá óbýttum.

Nú kunnu nótaskipini loysa!

Skrivað varð undir nýggja sáttmálan kl. ca 16, og alt í alt, má sigast at partarnir eru hampiliga nøgdir. Fyri nótaskipini er tað gleðiligt, at skipini kunnu loysa, tí lodnufiskaríi er fyri.



Formennirnir Eyðstein, Jan og Páll í ávíkavist feløgunum Skipara- og Navigatørfelagið, Fiskimannafelagið og Maskinmeistarafelagið.







Myndasavn


Trýst her fyri at síggja myndasavn


Skrivstova

Skrivstovan er í Syðrugøtu, 
á Garðabrekku 4
Opið: Mán-Frí 9-17

Samband

P/F Varðin
Garðabrekka 4
FO 510 Gøtu
Tlf: 610 600
Faks: 441650
T-post: vardin@vardin.fo