1. januar í 2018 fara verandi fiskiloyvi úr gildi og øll fiskirættindi fella burtur. Enn vita vit onki um, hvussu fiskivinnan verður skipað eftir 2018. Fíggingarstovnar siga longu nú, at politiski vágin er so stórur, at í løtuni er ikki hugsingur um hjá peningastovnunum at fara undir at fíggja størri og betri fiskiskip, og teir siga, at fiskivinnan er í dag ikki serliga áhugaverd hjá peningastovnunum at fíggja.
Limirnir í Felagnum Nótaskip reka tey størstu og dýrastu
skipini í føroyska fiskiflotanum, og tí vil felagið gera sítt til at fáa gongd
á orðaskiftið um framtíðar loyvisskipanina í fiskivinnuni.
Felagið bjóðar hervið tykkum til fund í Norðurlandahúsinum fríggjadagin 29. apríl 2011 kl .13.
Tað vera tríggir fyrilestrahaldarar, teir eru Ragnar Arnason, úr íslandi, Jóannes Jacobsen og Leivur Mohr.

Í framløguni vísir Ragnar Arnason á, at nógvir
fiskiskapir kring um í heiminum kasta lítið av sær búskaparliga. Høvuðsorsøkin til hetta er felags ognarrættur
til fiskiríkidømið. Hetta hevur við sær, at fiskiorkan er ov stór, og at
fiskastovnarnir minka. Tí er lønsemið lítið ella onki í fleiri fiskiskapum, sum
harvið geva sera lítið íkast til tjóðarbúskapin. Hann vísir á, at umsetiligar
eginkvotur er tann skipanin, sum gevur mesta íkastið til samfelagsbúskapin, og
tess færri avmarkingar eru í skipanunum, tess størri verður búskaparliga
íkastið.
Jóannes
Jacobsen er útbúgvin Cand. oecon og hevur útbúgving sum M.Sc í
búskapi frá London School of Economies and Political Science. Hann hevur skrivað
Ph.d ritgerð við heitinum "Longevity and Electoral Rules as Determinants
of Comparative Development”. Hann hevur starvast sum fulltrúi og ráðgevi fyri
Búskaparráðið og sum granskari á SFI - Det nationale forskningscenter for
velfærd í Keypmannahavn. Nú starvast hann sum seniorráðgevi á Centre for
Economic and Business Research, CBS, í Keypmannahavn.

Jóannes Jacobsen hevur verið sera virkin í orðaskiftinum
seinastu tíðina um framtíðar kvotuskipanina í Føroyum. Í framløguni vísir hann
á, at verandi politiska-umsitingarliga skipanin til útluting av fiskirættindum
er ikki brúkilig. Hann heldur, at ein skipanin við eini almennari uppboðssølu
av fiskirættindum, kann endurreisa fiskiskap sum grundarstein undir føroyska
búskapinum. Hann vísir á, at við at bjóða fiskatilfeingið út í fríari kapping á
einum skipaðum marknaði, vilja teir reiðarar, sum klára at fáa fyritøkuna at
bera seg á vinnuligum grundarlagi verða verandi í vinnuni, meðan aðrir hvørva
úr vinnunum. Hetta vil hava við sær, at samlaðu kostnaðirnir av at fáa veiðuna
til høldar gerast so lágir sum gjørligt, og at vinnan tí kastar sum mest av sær
til samfelagsbúskapin.
Leivur Mohr er
vinnukundaráðgevi í Føroya Banka. Í framløguni "Fiskivinnan í Føroyum sæð
úr sjónarhorninum hjá teimum, ið fíggja" vísir hann m.a. á, at fiskivinnulóggávan avmarkar munandi um
møguleikarnar fyri at optimera raksturin hjá vinnuni. Hann vísir á, at tað er
ein stórur trupulleiki hjá vinnuni, at hon ikki veit, hvat skal henda eftir
2018. Somuleiðis vísir hann á, at politiski váðin er so stórur í løtuni, at tað
ikki er hugsingur um hjá peningastovnunum at fara undir at fíggja størri og
betri fiskiskip.





