Nú styttist tíðin, til landsstýrismaðurin í
fiskivinnumálum fer at áseta føroysku makrelkvotuna í 2011 og at taka avgerð
um, hvussu hon skal býtast. Nógvir eru um boðið at fáa burturav. Hetta er ikki ein
løtt uppgáva hjá landsstýrismanninum, og líkamikið hvussu býtt verður, so
verður onkur ónøgdur. Men vit vóna, at landsstýrismaðurin finnur eina skilagóða
loysn.
Her í endaspurtinum fara vit at loyva okkum at
gera viðmerkingar til nakað av tí, sum hevur verið frammi í fjølmiðlunum
seinastu tíðina um makrelin.
Ikki
eitt nýtt tilfeingi
Ein partrolarareiðari segði herfyri í
sjónvarpinum, at ongin eigur søguligan rætt til makrelin í føroyskum sjógvi. Hetta
er ikki rætt. Í nógv ár hava makrelkvoturnar verið ein partur av
rakstrargrundarlagnum hjá nótaskipunum. Restin er brúkt til at keypa botnfisk
frá Russlandi, Noregi, ES og Íslandi til botnfiskaflotan.
Soleiðis sum avtalurnar við hini
strandalondini um makrel og sínamillum fiskiveiðuavtalurnar hava verið, hevur
tað verið mest lønandi hjá nótaskipunum at fiska makrelin í norskum og
ES-sjógvi síðst á árinum. Seinastu árini er broyting komin í, tí makrelurin nú hevur
eitt ferðingarmynstur, har hann kemur longur vestur og norður um summarið. Men
hetta er ein og sami makrelstovnur.
Okkara støða er, at mørkini millum
skipabólkarnar ikki eiga at verða brotin niður, tí hetta fer bara at skapa
trupulleikar og óvissu í flotanum og fer samanlagt at økja yvirkapasitetin.
Skipini hjá partrolarareiðaranum, sum var í sjónvarpinum,
eiga ein triðing av gulllaksaloyvunum. Hesi loyvi eru eitt íkast hjá nøkrum
partrolarum, og tað skal vera teimum væl unt, men skulu allir partrolararnir
fiska gulllaks, so dettur hesin fiskiskapur niðurfyri. Soleiðis hanga tingini nú
einaferð saman, og hetta er bara eitt dømi.
Neyðugt
støðugt at gera tillagingar
Neyðugt er støðugt at gera tillagingar, so
fiskiorkan svarar til fiskimøguleikarnar fyri at fáa raksturin at vera lønandi.
Verður makrelur nú brúktur til at hjálpa tí partinum av flotanum, sum hevur tað
tungt í løtuni, so er ongin grund til at tillaga seg.
Nótaskipini hava verið noydd til at tillaga
seg fyri at varðveita svørt tøl á botnlinjuni. Í 2007 fiskaðu føroysku nótaskipini
útvið 250.000 tons av svartkjafti, og í ár eiga tey tilsaman 10.000 tons. Í
fjør minkaði sildakvotan 10%, og tað kom púra óvart, at hon í ár aftur minkaði
við einum triðingi. Tillagingin hjá nótaskipunum byrjaði áðrenn hetta, men
síðan eru tvey skip aftuat tikin úr vinnu, fyri at tillaga fiskiorkuna til
fiskimøguleikarnar.
Yvir longri tíð er tað pelagiska tilfeingið
rímiliga støðugt, men tað gongur upp og niður í teimum einstøku stovnunum. Tá
pelagisku skipini taka niðurgongdina í teimum stovnum, sum minka, er eisini
neyðugt, at tey fáa uppgongdina í teimum stovnunum, sum vaksa. Annars hanga
tingini ikki saman, og grundarlag er ikki fyri at gera íløgur í skip fyri 2-300
mió. kr.
Í fjølmiðlunum varð í síðstu viku upplýst, at
línuskipini eisini vilja hava makrelkvotu. Ikki tí at tey skulu fiska makrel,
men tí tey ætla at selja makrelkvotuna fyri at fáa eitt rakstrarískoyti til
skipini.
Hetta er at venda aftur til
stuðulsskipanirnar, sum vit hava so ringar royndir av í Føroyum. Er ynski um at
veita línuskipunum stuðul, so er rættast at gera tað á ein meira gjøgnumskygdan
hátt, men hetta útsetir bara tørvin á at gera tær neyðugu tillagingarnar.
Gerandisdagurin
kemur aftur
Reiðarí hjá nótaskipunum hava seinastu árini
gjørt íløgur fyri hundratals milliónir í at nýmótansgera og at effektivisera
pelagiska flotan. Yvirskipaða endamálið er at økja avkastið av pelagiska
tilfeinginum. Hetta er gjørt við áliti á, at skottini ikki verða tikin burtur
millum pelagiska flotan og botnfiskaflotan.
Hóast trý skip eru tikin úr nótaflotanum
seinastu árini, er framvegis óbrúkt fiskiorka hjá teimum fimm skipunum, sum eru
eftir, við teimum pelagisku kvotunum, sum vit hava í dag. Skipini koma tí at
liggja í havn ein part av árinum.
Tí halda vit, at rættast er at brúka hesi
serbygdu skip til at fiska føroysku pelagisku kvoturnar. Er tað so, at ynski er
um at brúka ta óvanligu støðuna í makrelinum í løtuni til at loysa trongstøðuna
hjá pørtum av botnfiskaflotanum, so eru aðrir møguleikar fyri at gera tað. Av
makrelkvotuni í 2011 hava vit longu brúkt 25.000 tons til at keypa rættindi til
botnfisk í russiskum og íslendskum sjógvi.
Tá vit frammanundan hava yvirkapasitet í
pelagiska flotanum, so er tað skeivt at gera íløgur í botnfiskaflotan til
pelagiskan fiskiskap. Hetta ger bara, at vit standa við øðrum trupulleikin, tá
gerandisdagurin kemur aftur.
Og gerandisdagurin kemur aftur. Føroyar hava
kravt 15% av makrelkvotuni. Vit vita ikki, hvar vit enda, tá vit fyrr ella
seinni gera eina semju við hini strandaldondini. Mált yvir longri tíð hevur árliga makrelveiðan verið í
meðal um 600 tús. tons, og eru fiskifrøðingarnir ikki heilt av leið í síni
meting av stovninum, so ber til at rokna út, hvussu nógv tons vit fara at ráða
yvir til sína tíð.
Felagið Nótaskip
Jógvan Jespersen, stjóri í felagnum:





