Finnur Fríði á veg til Kollafjarðar við 1500 tonsum av sild.

Finnur Fríði mynstraði beint aftaná jól og fór á sildafiskiskap í norskum sjógvi. Teir hava roynt á leiðini 71 stig norður og 17 eystur. Verðrið gjørdist vánaligt teir fyrstu dagarnar og ikki bar til at hava trolið úti, men so batnaði.

Teir fingu 1500 tons av sild og fóru at sigla á middnátt. Støddin er u.l. 330 gram í miðal. Teir verða væntandi í Kollafirði mikumorgunin, og tað tekur helst einar fýra dagar at landa.

 





Myndasavn


Trýst her fyri at síggja myndasavn


Skrivstova

Skrivstovan er í Syðrugøtu, 
á Garðabrekku 4
Opið: Mán-Frí 9-17

Samband

P/F Varðin
Garðabrekka 4
FO 510 Gøtu
Tlf: 610 600
Faks: 441650
T-post: vardin@vardin.fo