Finnur Fríði er á veg inn til Kolaffjarðar við u.l. 380 tonsum av svartkjafti. Teir mynstraðu fríggjadagin og hava roynt vestanfyri Suðuroynna. Við hesum túrinum er svartkjaftakvotan liðug fyri í ár. Kvotan var ikki meira enn u.l. 1500 tons hjá Finnur Fríða, men tíbetur var prísurin á svartkjaftinum hareftir, og  er á leið við sildaprísin. 

Finnur Fríði hevur somuleið hendan túrin gjört nakrar royndir fyri Havstovuna. Teir hava leita eftir makreli, sum var at síggja bæði eystanfyri, vestanfyri og sunnanfyri Föroyar.

Nú svarkjafturin er liðugur er einans sild og makrelur til restina av árinum.







Myndasavn


Trýst her fyri at síggja myndasavn


Skrivstova

Skrivstovan er í Syðrugøtu, 
á Garðabrekku 4
Opið: Mán-Frí 9-17

Samband

P/F Varðin
Garðabrekka 4
FO 510 Gøtu
Tlf: 610 600
Faks: 441650
T-post: vardin@vardin.fo