Finnur Fríði gerð makrel og silda kanningar.

Finnur Fríði er næstan liðugur at gerða makrel og silda kanningar. Kanningarnar verða gjørdar í samstarvið við Havstovuna.

Hettar er annað árið, at Finnur Fríði gerð kanningar fyri Havstovuna. Tað eru trý á síðani, Finnur Fríði keypti ekkolodds útgerð umborð, fyri at kunna nýtast, til gransking av makrel, sild og svartkjafti.

Tað eru settir 14 dagar av, til kanningarnar.

Teinurin sum silgt verður, er uml. 2200 fjóringar. Fyri uml. hvørjar 60 fjóringar skal eitt tov gerðast, umframt CDT og plankton royndir. 

Sum víst á kortinum niðanfyri, eru 31 fastar støðir, har tova verður í ein tíma. Tá troli er komi inn, verður ein CTD mátari koyrdur niður á 500 metur, fyri at máta hita og salt, síðan verður ein WP2 glúpur koyrdur niður á 200 metur, fyri at kanna plankton.

Umframt hesar 31 støðir, verður troli eisini koyrt út á øðrum støðum, um man heldur at okkurt áhugavert er at sýggja.

Við á túrinum eru trýggir mans frá Havstovuni, umframt manningina á Finnur Fríða, sum telur 12 mans.

Væntandi verður Finnur Friði aftur í Føroyum fríggjadagin.









Myndasavn


Trýst her fyri at síggja myndasavn


Skrivstova

Skrivstovan er í Syðrugøtu, 
á Garðabrekku 4
Opið: Mán-Frí 9-17

Samband

P/F Varðin
Garðabrekka 4
FO 510 Gøtu
Tlf: 610 600
Faks: 441650
T-post: vardin@vardin.fo