
Finnur Fríði hevur landað 450 tons av makreli í Kollafirði
Finnur Fríði kom á Kollafjørð tíðliga í morgun við 450 tonsum av makreli, sum teir fingu burturúr tveimum tovum, tað fyrra høvdu teir saman við Fagraberg og tað seinna saman við Jupiter. Teir vóru lidnir at landa beint aftaná midnátt.
Sagt verður frá góðum veðrið á leiðini í ein landnyðring úr Føroyum.




