Finnur Fríði landar u.l. 160 tons av sild og makreli í Kollafirði.
Finnur Fríði mynstraði í Fuglafirði 3. juli og fóru at leita eftir makreli norðanfyri Föroyar. Teir hava leita mest vestanfyri, góðar 100 fjórðingar norð/vestanfyri Kallinum, móti íslendska markinum, og Jupiter hevur leita eystanfyri, u.l. 70 fjórðingar eystur úr Fugloynni.
Teir gjördu tvey tog uppá 5 tímar hvört, heilt uppi í sjóvnum. Tað var u.l. 80 tons í hvörja ferð og tað var blanda sild og makrelur 50/50% bæði tovini. Skiparin á Finnuri Fríða, Bogi Jacobsen, sigur at teir sóu fitt av sild, og dygdin og stöddin var góð.
Teir komu inn á Kollafjörð um dögverðatíðina.






