Finnur Fríði prísmet í Norra

Finnur Fríði landaði 1.300 í Værøy 24. og 25. oktober, teir vóru lidnir at landa kl. 10 gjáramorgunin. 

Tað sum var so serligt við hesi landingini var at Finnur Fríði fekk hægsta prís fyri sild, sum nakrantíð er selt á Norges Sildesalgslag. Tað snýr seg um miðalprís fyri eina heila last av sild. Prísurin, sum Finnur Fríði fekk var heili 7,00 NOK. Hetta sigur leiðarin á virkinum í Værøy, sum hoyrir til Nergård konsernina.

Finnur Fríði fekk sildina í føroyskum sjógvi á leiðini 64 stig norður og 4 stig vestur. Tað er nógv sild at fáa í føroyskum sjógvi og støddin teir fáa er nógv betri enn sildin í norskum sjógvi. Hesi 1300 tonsini høvdu eina miðalvekt á 390 gram. Stór sild gevur vanliga betri prís.

Miðalprísurin í fjør var uml. 3,40 til 3,50 so prísurin er í hesum føri dupultur samanlíkna við miðalprísin í fjør. Prísurin í Føroyum er í løtuni eisini høgur, hann er 6,20. Annars hava føroysku skipini landað tað mesta í Føroyum í ár. Grundin til at Finnur Fríði landaði í Norra í hesum føri var at Faroe Pelagic hevði maskinbrek.





Myndasavn


Trýst her fyri at síggja myndasavn


Skrivstova

Skrivstovan er í Syðrugøtu, 
á Garðabrekku 4
Opið: Mán-Frí 9-17

Samband

P/F Varðin
Garðabrekka 4
FO 510 Gøtu
Tlf: 610 600
Faks: 441650
T-post: vardin@vardin.fo