Fiskarímessan í Tróndheimi
Frá 17 til 20 august var fiskarímessa í Tróndheimi kalla Nor-Fishing 2010. Hetta er ein messa serliga ætla fiskivinnuni í norðuratlantshavinum. Tey ið útstilla á messuni eru fyrst og fremst felög úr Norra, síðani Danmark, Stórabretlandi, Svöríki, Íslandi, Föroyum, og fleiri öðrum londum.

Wartsila hevði eitt modell av nýggja Tróndi í Götu mitt í teirra bási. Hann hevur Wartsila motor.
Felögini úr föroyum sum útstillaðu, og sum vit vitjaðu vóru: Vónin, JT Electrics, Rock-trollemmar, Kaj Joensen (pápi Pál), sum er stjóri á Faroe Maritime Technic. Hann hevur gjört eina maskinu, sum skylir oljuna úr vatninum í kjölinum á skipum. Hetta var fyrstu ferð hann útstillaði hesa maskinuna, sum annars verður nýtt á fleiri skipum í Föroyum.

Hetta er ein mynd av maskinuni hjá Kaj; myndin er tikin á Vági.
Beint, sum vit standa og tosa við Kaj kemur Harald kongur framvið, so tað var lag á manni at taka eina mynd av kongi.
Felöginu, sum útstillaðu hövdu sum sagt sína vinnu innanfyri skip og fiskiskap – alt frá skipsteknarum til keyparar av fiski í hinum endanum. Har vóru teknistovur som t.d. Skipsteknisk, Vik og Sandvik og Rolles Royce Marine, har vóru fleiri skipasmiðjur umboðaðar, bæði Karstensens Skipsværft og Langsteen. Har vór veitarir av alskins slag bæði spöl, trol, kranar, pumpur, lemmar o.s.fr.

Tróndur í Götu hevur hevur eina 18 tumma pumpu, men sum hevur víst seg ikki at vera tann besta til matfisk. Hetta er ein nýggj pumpa frá Karm, sum er 18 tummar, men sum er at líkna við eina 24 tumma pumpu innaní, hetta er tann teir nýta umborð á Norðborg. Hendan er bílögd til Trónd í Götu.

Stjórin hjá Karm, Helge Hystad.
Á eini tílíkari messu er sjálvandi mest áhugavert at síggja hvat útstillarnir hava at bjóða, hvat er nýtt, og hvönn veg tingini visa seg at flyta seg. Men líka áhugavert er tað at tosa við folk, sum arbeiða innanfyri somu vinnu, sum tú sjálvur, bæði veitarar, potentiellar veitarar og samstarvspartnarar annars.
Her hittu vit Björn Oscar Klövning hjá Skipsteknisk, sum teknaðu Finnur Fríða.

Veðrið var gott í Tróndheimi hesar fýra dagarnar, bláur himmal og eini 22 hitastig. So gott (skemtiliga kunnu vit siga) at undirritaði hugsaði hvat var tað sum fekk okkara ættarfeðrar at flyta higani til Föroya, stórt og vítt land og sera gott veðurlag. Tað mundi millum annað vera frá skattatrýstinum hjá Harald Hárfagra til eitt frælst land.
Tróndheim er fyri okkum föroyingar kanska mest kent fyri at vera heimstaðið hjá Ólavi Halga og Ólavi Trúgvasyni. Hendan höga og hábærtsliga standmyndin av Ólavi Trúgvasyni stendur mitt í býnum.





