Hetta er ein útskrift frá Norges Sildesalgslag (www.sildelaget.no) frá í dag, 5. september. Hetta vísir at prísurin á makreli, sum liggur millum 400 og 450 gram verður seldur fyri 13,25 og 14,4 DKK. Hetta vísur eisini at fyri handan prísin hövdu vit bara veri noyddir at landa helvtina av nögdini fyri at fáa sama virið. Vit selja fyri u.l. 7 kr í lötuni, men hava tað mesta av tíðini ligið væl undir tað.
Orsökin til hetta er at nú er makrelurin góður. Nústani er hann fastur í kjötinum og hevur onki æti í sær. Hann hevur stutt sagt ein annan konsistens enn tá vit byrjaðu at fiska í junimánaði - tá hann var bleytur og fullur í æti.
Marknaðurin, sum okkara keyparar hava, er ein annar marknaður, enn tann, sum normenn hava, vit tosa jú um eina aðra vøru. Okkara keyparar selja fyri tað mesta til ein minni kræsnan marknað, sum er Afrika. Norrmenn selja til Japan og evropeisk lond.
Tíverri er fiskurin ikki í föroyskum sjógvi, í öllum förum í minni mun nú vit fara at nærkast hálvum september, og úteftir tá makrelurin annars hevur hægsta virið.
Makrelurin hevur mest virið frá nú og fram til jóla og eitt sindur aftaná. Hann hevur minsta virið um summari.
Tað vil ikki siga at vit burdu bara latið staðið til við ca 5% av heildarkvotuni, tí øll eru samd um at tað var ov lítið, men at hetta vísir tíðiliga at idealið er ein nýggj avtala.





