Stjórarnir báðir, David Jacobsen og Anfinn Olsen, saman við nevnd og parteigarum, høvdu eina hugnaløtu og andakt saman við øllum manningunum á øllum seks trolarunum, áðrenn skipini Bakur, Stelkur, Falkur og Heykur mynstraðu í gjár. Fleiri enn 60 fólk vóru samankomin.
Á skránni var millum annað felagssangur og talir frá trúðboðarunum báðum Rógva Joensen og Torleif Johannesen.
Torleif hevur tikið nakrar myndir fyri okkum:
Anfinn sigur nøkur orð. Fleiri enn 60 fólk vóru úti á Lynfrost í gjár til hugnaløtuna.

Felagssangur. Við hetta borðið sita fleiri av parteigarunum, og stjórðarnir báðir í nýggja felagnum.

Við hetta borðið sita fleiri av parteigarunum.

Felagssangur. Manning.

Eisini varð okkurt til matna.





