Javnaðarflokkurin er ónögdur við framferðina hjá Jacob Vestergaard í makrelmálinum
John Johannesen, sum er formaður í tingbólkinum hjá Javnaðarflokkinum, sigur í ÚF at teir halda at Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, minni enn so hevur roynt alt, sum er neyðugt fyri at fáa eina semju við Norra og ES, men heldur vil bróta út úr hesum altjóða samstarvinum um makrelfiskiskap.
John Johannesen sigur víðari, at hann er bangin fyri at landsstýrismaðurin hevur roynt at fáa samráðingarnar at slitna og vil at Föroyar skal bróta út.
Hetta er stuttskygdur vinningur, og gera vit hetta kann alt henda. Hetta kann fáa avleiðingar fyri:
- Sildafiskiskapin. Fyri at fiska makrel, so vera vit noyddir at fiska sild, tá upp móti 50% er sild, sum hjáveiða, tá fiska verður eftir makreli í föroyskum sjógvi. Flestu av teimum, sum hava sökt um makrelloyvi hava onga sildakvotu. Tað vil siga at tað ber simpulthen ikki til at bróta makrelavtaluna, uttan at vit eisini bróta sildaavtaluna.
- Svartkjaftaavtalan. Hetta sama kann vera galdandi fyri svartkjaftin.
- Toskafiskiskapin í Barentshavinum. Tað kann væl hugsast at Norra setur stig í verk, um vit bróta makrelstrandalandaavtaluna, sum t.d. at vit ikki sleppa at fiska tosk í Barentshavinum.
- Alivinnan. Her er trupulleikin, um föroyskur alifiskur far fóður við makrli í, ella aðrar handilsforðingar verða gjördar móti okkum.
Vit áttu at veri hóligari og roynt at fingið semju og víst vilja. Vit hava ikki roynt at fingið semju á politiskum stigi, og Uttanríkisráðið hevur ikki verið uppíblanda, sjált um hetta má sigast at hava stóran uttanríkisligan týdning.




