Jupiter fór at sigla í morgun. Teir hava 420 tons av makreli og fara at landa veiðina til Faroe Pelagic í Kollafirði seinnapartin í dag. Sum skilst, sleppur Jupiter framat at landa beinanvegin.
Tað hevur verið u.l. 1/3 av sild í makrelinum, men hendan túrin fekk Jupiter hampiliga reinan makrel.
Heimasíðan hjá Jóanisi Nielsen veit at siga, at Jupiter hendan túrin hevur partrolað saman við Trónda í Gøtu, og nú teir sigla til lands við veiðini, partrolar Tróndur í Gøtu saman við Fagrabergi.
Sagt verður, at veðrið er gott á makrelfeltinum norðanfyri, har skipini royna í løtuni.





