Jupiter á veg inn á Kollafjörð
Jupiter hevur roynt eftir makreli í föroyskum sjógvi. Fyrst royndu teir eystanfyri Föroyar, móti bretska markinum. Har var nakað at síggja, men smærri makrelur, og nógv sild uppíblandað.
Síðani fóru teir norðum, og har var nógv sild at síggja. Teir sigldu víðari, fóru á leiðina 64 stig norð og 8 vestur. Har gjördu teir trý tog og hava fingið u.l. 150 tons av - nokkso reint av makreli. Stöddin liggur um 370 gram í miðal. Prísurin er 4,70 fyri kilo.
Teir vera væntandi inni á Kollafirði kl 02 í nátt, og byrja at landa beinan vegin.






