
Jupiter kom inn Kollafjørð við u.l. 130 tonsum av makreli
Jupiter kom inn fyrrapartin við u.l. 130 tonsum av makreli. Støddin er 440 gram í miðal. Veðrið á fiskileiðini er, eins og her á landi, sera ringt og hini skipini eru eisini komin inn at liggja við kaj.




