Jupiter landar 650 tons í Kollafirði.
Jupiter kom á Kollafjørð leygardagin við 650 tonsum av makreli, sum verður landað til Faroe Pelagic.
Jupiter og Fagraberg hava trolað saman á hesum túrinum, nú trolar Fagraberg saman við Trónda í Gøtu. Teir eru góðar 100 fjórðingar norður úr Føroyum, har eru eisini Norðborg og Atlantsfarið.
Manningarnar vóna, at Jacob Vestergaard nú ger álvara av, at áseta eina stóra makrelkvotu.






