Jupiter kom á Kollafjørð í gjárkvøldið við u.l. 985 tonsum av fiski. Teir fingu 580 tons av makreli og 380 tons av sild, og 25 tons av øðrum.
Teir byrjaðu at landa beinanvegin og verða væntandi klárir til nýggjan túr seinnapartin í morgin.
Jupiter hevur roynt eystalaga á hendan túrin.




