Jupiter og Tróndur í Gøtu hava leitað eftir makreli í føroyskum sjógvi.

Jupiter og Tróndur í Gøtu, eru lidnir við sildakvotuna. Teir hava seinastu dagarnar leitað eftir makreli í føroyskum sjógvi, eystanfyri og sunnanfyri. Mikudagin vóru skipini stødd eystur úr Føroyum og í gjár vóru tey stødd suður úr Suðuroynni á 60,4N, men skipini funnu ikki makrel.

Sigast skal at veðrið var ikki av tí besta og tað hevur vanliga eina ávirkan á makrelin, soleiðis at hann ikki er lættur at síggja í tólunum. 

Jupiter liggur í Fuglafirði, og Tróndur í Gøtu liggur við oljubryggjuna hjá Runavíkar havn.








Myndasavn


Trýst her fyri at síggja myndasavn


Skrivstova

Skrivstovan er í Syðrugøtu, 
á Garðabrekku 4
Opið: Mán-Frí 9-17

Samband

P/F Varðin
Garðabrekka 4
FO 510 Gøtu
Tlf: 610 600
Faks: 441650
T-post: vardin@vardin.fo