Kringvarp.fo: Jacob Vestergaard finst hvassliga at norðmonnum.
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, hevur í dag sent norska fiskimálaráðharranum skriv viðvíkjandi samstarvinum um makrelfiskiskapin, nú norðmenn nokta føroyskum fiskiskipum at landa makrel í norskum havnum.
Landsstýrismaðurin hevur somuleiðis sent fiskivinnumyndugleikunum í ES og Íslandi kunning um avgerandi sjónarmið í málinum.
Jacob Vestergaard er sera ónøgdur við stigið hjá Noregi, tí tað eru fýra strandalond, sum ikki hava funnið semju um makrelin í 2010, og tí er tað órættvíst at taka ein burturúr og áseta tiltøk móti Føroyum, sigur hann.
Makrelkvoturnar hjá ES og Noreg eru 10% hægri enn tilmælið um heildarveiði hjá ICES. Harafturat koma kvoturnar hjá Íslandi og Russlandi, og tá eru samlaðu makrelkvoturnar 40% størri enn ICES tilráðingin ¿ hetta, áðrenn Føroyar hava ásett sær kvotu.
ES og Noreg hava, við at áseta hesar makrelkvotur, mótvirkað burðurdyggum makrelfiskiskapi. Í fleiri ár hava broytingar verið í ferðingarmynstinum og gýtingarøkinum hjá makreli, sum vísir, at meira er til norðanfyri og vestanfyri. Tí er føroyska sjónarmiðið, at Føroyar hava rætt til størri part av heildarkvotuni enn í verandi strandalandaavtalu, sigur Jacob Vestergaard.
Føroyar vísa á, at tað er sera óheppið, at eingin makrelavtala er millum tey fýra strandalondini, tí neyðugt er at tryggja burðardyggan fiskiskap úr stovninum. Tí hevur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum í summar roynt at fingið í lag samráðingar um avtalu fyri 2010, men tað hevur ikki eydnast.
- Tað er okkara vón, at allir partar vilja arbeiða fram ímóti eini semju um eina makrelavtalu fyri 2011. Føroyar hava, nú eingin strandarlandaavtala er, bert fylgt somu mannagongd sum Noreg, ES og Ísland hava nýtt fyrr í ár, og hava eins og hesi londini loyvt eini avmarkaðari føroyskari makrelveiði, sigur Jacob Vestergaard.
Í heyst verða samráðingar aftur millum strandalondini um makrelavtalu fyri 2011, har semja vónandi verður funnin at tryggja framhaldandi burðardyggan fiskiskap, og tí er norska stigið móti tí eina strandalandinum, Føroyum - sera óheppið, sigur hann.






