Kringvarp.fo: Makrelfiskiskapur kann missa góðkenning.
MSC, Marine Stewardship Council, ávarar nú um, at makrelurin í landnyrðingspartinum av Atlantshavinum kann missa MSC góðkenningarstemplið (altso ikki einans Föroyar, men öll londini ).
Eru londini, sum fiska makrelin, ikki vorðin samd um kvotuna fyri árslok 2011, verður MSC góðkenningin strikað. Tí tá er fiskiskapurin ikki burðardyggur.
MSC vísir á, at Ísland fiskar nú eisini makrel, og Føroyar vilja ikki góðtaka avtaluna millum strandalondini fyri 2010.
Tíggju felagsskapir fiska makrelin. Sjey teirra hava MSC góðkenning. Teir hava prógvað, at teir fiska við skili sambært treytunum hjá MSC.
Felagið Nótaskip hevur søkt um MSC góðkenning fyri makrelin. Nakrar fáar tímar áðrenn kærufreistin var úti, kærdi Írland føroyska politikkin viðvíkjandi makrelinum.
Men nú hevur MSC boðað frá, at er ikki semja um heildarkvotu í seinasta lagi nýggjársaftan næsta ár, verða allar MSC góðkenningar fyri markelfiskskap í landnyrðingsatlantshavi strikaðar í januar 2012.
Og teir tríggir felagsskapirnir, sum hava søkt um góðkenning, fáa hana ikki.






