Kringvarp.fo: Makrelkvotan verður 85.000 tons.

 Tilmælið verður 85.000 tons av makreli í ár, tá landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum fer á landsstýrisfund í morgin.

Jacob Vestergaard heldur fast um, at Føroyar eiga 15 prosent av tilmæltu heildarkvotuni, og 15 prosent eru 85.000 tons. 

So veldst um, hvat hini í landsstýrinum halda um tað, sigur Jacob Vestergaard. 

40.000 tons eru longu farin. Føroysk skip fingu 14.000 tons fyrr í hesum mánaðinum og útlendingar hava fingið makrel í býti við annan fisk, millum annað hevur Russland fingið makrel fyri tosk í Barentshavinum.

Á landsstýrisfundinum, sum verður á middegi í morgin, kemur eisini uppskotið um fiskidagarnar næsta fiskiár. Tað uppskotið skal leggjast fyri tingið ólavsøkudag. 

Jacob Vestergaard vil ikki upplýsa í dag, hvat hann mælir til viðvikjandi fiskidøgum. Men greitt er, at nú koma lemmatrolararnir við í fiskidagaskipanina.






Myndasavn


Trýst her fyri at síggja myndasavn


Skrivstova

Skrivstovan er í Syðrugøtu, 
á Garðabrekku 4
Opið: Mán-Frí 9-17

Samband

P/F Varðin
Garðabrekka 4
FO 510 Gøtu
Tlf: 610 600
Faks: 441650
T-post: vardin@vardin.fo