
Kringvarp.fo: Svartkjaftakvotan er tíggjufaldað
Srandalondini hava býtt svartkjaftin næsta ár, og Føroyar fáa góð 94.000 tons
Svartkjaftastovnurin minkar framvegis sambært ICES. Men kortini verður svartkjaftakvotan tíggju ferðir størri næsta ár enn í ár.
Tilgongdin til stovnin hevur svikið fleiri ár á rað. Nú verður næstan bara gamal svartkjaftur fiskaður. Ein lítil bati er at hóma í ár, men um hann ger nakran mun, er ov tíðliga at siga enn.
Tað sigur føroyski samráðingarleiðarin, Andras Kristiansen, eftir at strandarlondini í gjár samdust um svartkjaftakvotuna í 2012.
Føroyar fingu 94.019 tons. Í ár er føroyska kvotan bara 9.642 tons.
Andras Kristiansen sigur, at strandarlondini gjørdu eina avtalu um svartkjaftin í 2008. Heildarkvotan næsta ár, sum er 391.000 tons, skal tí samanberast við kvotuna í fjør. Hon var 540.000 tons.
Næsta ár verður grundarlagið undir stovnsmetingini av svartkjafti endurskoðað. Strandarlondini hava tí avtalað eisini at hittast í 2012 fyri at endurmeta langtíðar umsitingarætlanina, sum varð gjørd í 2008.
Tá fara londini eisini at savna saman upplýsingar um, hvussu svartkjafturin ferðast og hvør fiskiskapurin er í Norðuratlantshavi.
Í morgin og fríggjadagin samráðast strandarlondini um norðhavssildina. Og í næstu viku verður so aftur roynt at finna semju um makrelin.
Allar samráðingarnar eru í London.




