Tróndur í Gøtu bleiv doyptur í Skagen 6. februar 2010. Eitt ferðalið við eini 50 fólkum fóru úr Føroyum og skipasmiðjan hevði somuleiðis boðið eini 50 norðmonnum og dønum. Nógv fólk úr Skagen, Hirtshals og har um leiðir møttu upp til hátíðarløtuna, tá dópurin fór fram og vitjaðu umborð aftaná.















