Saksaberg kom inn á Kollafjørð kl 15 við 575 tonsum av makreli til matna.
Saksaberg, sum landaði í Kollafirði mánadagin og fór út aftur seint mánakvøldið, siglir longu inn við 575 tonsum av góðum makreli. Støddin er vorðin betri sum frá líður og liggur hendan túrin um 437 gramm.
Saksaberg fer á Kollafjørð við lastini, teir verða á Kollafirði beint eftir middag, teir sleppa framat at landa beinanvegin.






