Saksaberg landar 170 tons av makreli í Kollafirði.

Saksaberg mynstraði leygardagin og fór á bankarnar eystanfyri at leita eftir sild. Teir leitaðu síðan norðanfyri, so sunnanfyri og endaðu aftur eystanfyri. Við øðrum orðum runt um Føroyar. Teir sóu makrel yvir tað heila, men tað var lítil samling á tí. Tað var alt for smátt at kasta nót eftir, og ikki er til at siga um tað var til at trola eftir. Stimarnir vóru uppá hægst fimm tons.

Smáur makrelur og sild líkist nógv hvørjum øðrum á ekkuloddi og astikki, og teir á Saksaberg hildu seg hava funnið ein sildastima, men tað vísti seg at vera makrelur. Tað var u.l. 170 tons av makreli í nótini og u.l. eitt tons av sild.

Makrelurin var umleið 300 gram og prísurin er 5 kr fyri kilo. Saksaberg byrjaði at landa á døgverða og vera lidnir umleið á midnátt.



 





Myndasavn


Trýst her fyri at síggja myndasavn


Skrivstova

Skrivstovan er í Syðrugøtu, 
á Garðabrekku 4
Opið: Mán-Frí 9-17

Samband

P/F Varðin
Garðabrekka 4
FO 510 Gøtu
Tlf: 610 600
Faks: 441650
T-post: vardin@vardin.fo