Saksaberg kom inn á Kollafjørð í dag, men byrjar ikki at landa fyrr enn í morgin ári. Saksaberg hevur fingið pumpa makrel frá Finnur Fríða. Finnur Fríði hevur partrolað við Vesturvón. Teir hava roynt á leiðini norðanfyri Føroyar ímóti íslendska markinum.
Saksaberg hevur u.l. 700 tons av reinum makreli og støddin er góð, 400 gram í miðal. Tað tekur gott eitt samdøgur at landa 700 tons hjá Faroe Pelagic.

Mynd: Jógvan Helgi Hansen/Vágaportalurin




