Saksaberg landar u.l. 580 tons av sild til matna í Kollafirði
Saksaberg hevur roynt eftir sild í norskum sjógvi á leiðini uttanfyri Ålesund. Teir fingu u.l. 580 tons av sild. Stöddin er millum 270 og 290 gram.
Sildin verður landa í Kollafirði til matna. Teir komu inn leygardagin og byrjaðu at landa sunnudagin og verða lidnir í dag.




