Makrelskipini royna øll norðanfyri, tey norðastu eru á 64N og 8V.

Jupiter, sum landaði 1000 tons í Kollafirði hetta vikuskifti sum fór, og Tróndur í Götu hava partrolað og pumpa veiðuna í Saksaberg. Bæði hálini lógu um 250 tons og støddin er góð, millum 440 og 460 gram í miðal.

Saksaberg verður inni á Kollafirði við teimum u.l. 500 tonsunum á midnátt.

Fiskiskapurin hevur annars verið eitt sindur slakur, men nú er veðrið batnandi, og tá plagar fiskiskapurin at blíva betri.






Myndasavn


Trýst her fyri at síggja myndasavn


Skrivstova

Skrivstovan er í Syðrugøtu, 
á Garðabrekku 4
Opið: Mán-Frí 9-17

Samband

P/F Varðin
Garðabrekka 4
FO 510 Gøtu
Tlf: 610 600
Faks: 441650
T-post: vardin@vardin.fo