
Starvsvenjing umborð á Finnur Fríða
Seinastu vikurnar hava tveir næmingar frá skúlanum við Løkin verið í starvsvenjing umborð á Finnur Fríða. Vanliga eru tað dreingir sum velja at fara í starvsvenjing umborð á skipum, men hesaferð hevur so eisini ein genta verið við. Tey bæði, Gunn Danielsen og Jógvan Nón mynstraðu umborð í Fuglafirði 19.august og tað hevur lagað seg soleiðis at skipið hevur verið til fiskiskap síðani tá. Manningin sigur at tey bæði klára væl sjólívið, og tey hava havt høvi at royna nógv ymiskt umborð.







