
Her eru teir avmyndaðir á bryggjuni í Kollafirði, við Finnur Fríða í bakgrundini.
Starvsvenjing umborð á Finnur Fríða
Í september mánaði vóru tveir næmingar úr skúlanum á Argjahamri í starvsvenjing umborð á Finnur Fríða. Teir báðir Tróndur Olsen og Árni Jóhannesson lótu sera væl at tíðini umborð, teir hava lært nógv og fingið eina hylling av hvat sjólívið hevur at bjóða. Teir vóru sera glaðir fyri móttøkuna teir fingu umborð, og teir siga at manningin tók sær serliga væl av teimum, og tað eru teir sera takksamir fyri. Manningin letur somuleiðis væl at praktikantunum.




