
Starvsvenjing umborð á Jupiter
Eisini umborð á Jupiter hava næmingar frá skúlanum við Løkin verið í starvsvenjing. Teir báðir Ari og Petur Langgaard dámdu sera væl at royna sjólívið og manningin letur somuleiðis væl at næmingunum. Sjálvt um tað viðhvørt var keðiligt veður, kláraðu teir tað væl og vóru hugagóðir í arbeiðinum.









