Tíðindaskriv frá Havstovuni

 

zoom.html.png

Makrelkanningar í føroyskum øki við Finni Fríða 

 

Nógvur makrelur leitar sær føði í føroyskum øki hesa tíðina. 

 

Kanningarnar við Finni Fríða í juli mánað vístu, at makrelur er at finna víða um í føroyskum øki. 

Kanningin varð skipað sum ein yvirlitstroling við flótitroli, har tóvað varð í ein tíma í vatnskorpuni 

fyri hvønn 60. fjórðing, ið siglt varð. Veiða av makreli og sild pr. fjórðing hálað vísir, at makrelur 

var fingin í nærum hvørjum háli. Nakað av sild var blandað við makrelinum í kaldara partinum av 

havøkinum norðanfyri. Tað tykist sum um nøgdin av makreli er rættiliga stór, tá hugsað verður um 

nøgdina pr. fjórðing við hesum lítla trolinum (Vónin 640 m). 

 

Makrelurin er nakað størri í føroyskum og íslendskum øki er enn eystur móti norska markinum. 

Meginparturin av makrelinum, ið leitar sær føði um summarið í føroyskum øki, var millum 3-5 ár. 

Føðin er fyri tað mesta reyðæti. 

 

Kanningin er skipað sum felags kanning, har Føroyar luttaka saman við Íslandi og Noregi. Hini 

skipini hava kannað økini longur vesturi og norðuri. Ein frágreiðing, har tølini frá øllum luttakandi 

skipunum eru við, verður gjørd síðst í august mánað, tá allar kanningarnar eru lidnar.  

 

Les alla frágreiðingina

 

Jan Arge Jacobsen 

Havstovan 

10. august 2010 





 zoom.html.png

 

Veiða (kg) av makreli (grønir litir) og sild (reyður litir) pr. fjórðing í hvørjum háli. Støddin á 

sirklunum vísir samlaðu veiðuna pr. fjórðing. Finnur Fríði 8-23/7 2010. 





Myndasavn


Trýst her fyri at síggja myndasavn


Skrivstova

Skrivstovan er í Syðrugøtu, 
á Garðabrekku 4
Opið: Mán-Frí 9-17

Samband

P/F Varðin
Garðabrekka 4
FO 510 Gøtu
Tlf: 610 600
Faks: 441650
T-post: vardin@vardin.fo