Tróndur í Gøtu inni í Værøy við 1000 tonsum av sild.


Tróndur í Gøtu mynstraði millum jól og nýggjár og fór á sildafiskiskap í norskum sjógvi. Teir hava roynt á somu leið sum Finnur Fríði - u.l. 71 stig norður og 17 eystur. Verðrið gjørdist vánaligt teir fyrstu dagarnar og ikki bar til at hava trolið úti, men so batnaði.

Teir fingu 1000 tons av sild og fóru at sigla í gjár. Støddin er u.l. 330 gram í miðal. Teir leggja í løtuni at kaj í Værøy og byrja at landa á døgurða.

Virkið í Værøy er hampuliga stórt, og klárar at framleiða millum 800 og 1000 tons um døgnið. Fyri at samanlíkna, so framleiðir virkið í Kollafirði í løtuni u.l. 300 - 350 tons um døgnið. Ætlanin hjá nýggju eigarunum í Kollafirði er at útbyggja soleiðis at teir fara at klára tað sama sum virkið í Værøy, ella omanfyri 1000 tons um døgnið.







Myndasavn


Trýst her fyri at síggja myndasavn


Skrivstova

Skrivstovan er í Syðrugøtu, 
á Garðabrekku 4
Opið: Mán-Frí 9-17

Samband

P/F Varðin
Garðabrekka 4
FO 510 Gøtu
Tlf: 610 600
Faks: 441650
T-post: vardin@vardin.fo