Tróndur í Götu hevur roynt eftir lodnu seinastu dagarnar. Teir mynstraðu tann 3. februar og teir hava gjört tríggjar túrar. Tveir teir fyrstu túrarnar landaðu teir hjá Havsbrún, og henda seinasta túrin hava teir landa í Fáðskrúðsfirði.
Eingin fiskiskapur er at fara eftir hesa tíðina av árinum.
Tróndur í Götu skal til garantieftirlit um einar tvær vikur í Brattvåg í Norra og áftaná til Skagen í Danmark. Garantieftirlitið er eitt 1-árs eftirlit.
Við kaj í Fáðskrúðsfirði.





