Tróndur í Götu mynstraði í Skagen 12. januar aftaná teir vóru lidnir at landa. Teir fóru beinleiðis á sildafiskiskap í norskum sjógvi á leiðini 67 stig norður og 11 eystur.
Teir hövdu á borði á middegi í gjár, beint áðrenn verkbannið og fingu u.l. 1000 tons av sild til matna.
Sildin, sum er u.l. 280 til 290 gram í miðal, verður landað í Kollafirði. Teir byrja væntandi at landa hósdagin.





