Síðan føroyingar hava skrivað sær sjálvum eina stórri makrelkvotu enn frammanundan, hava hini strandalondini sum kunnugt nokta at taka ímóti føroyskum makreli. Undanfarin ár er allur makrelurin farin til matna. Men hesin makrelur er ikki landaður í Føroyum, tí onki virki hevur verið at taka ímóti fiski frá føroysku skipunum. Men síðan í fjør hevur virkið í Kollafirði tikið ímóti fiski frá nótaskipunum. Trupulleikin í fjør - og aftur í ár - er at virkið í Kollafirði ikki hevur nóg stóran kapacitet at taka ímóti øllum makrelinum, tí hann skal fiskast innanfyri einar tríggjar mánaðir. Fiskiskapurin kann soleiðis ikki dríggjast. Virkið í Kollafirið hevur ikki klárað meir enn 1/3 av tí sum er neyðugt at frysta inn fyri at halda tørn, men hetta kemur vónandi at vaksa uppum eina helvt í øllum førum. Forbetringar eru longu at síggja. Tey hjá Faroe Pelagic arbeiða hart fyri at økja um kapacitetin.

Tí er tað gott fyri øll skip, sum fiska makrel í føroyum at hava fingið frystikapacitet inn í landið, soleiðis at vit sleppa undan at landa makrel til ídna. Øll munnu vera samd um at vit eiga at fiska makrelin til matna, og tað er møguligt, nú vit hava fingið nóg stóran frystikapacitet inn. Ein onnur síða av somu søk er at tú fært sjálvdan rætta prísin, tá tað bara er ein keypari. Tá er tað betri við tveimum ella fleiri.

Lafayette kom inn í føroyskt øki um vikuskifti, og er nú byrja at taka ímóti fiski. Landingin gekk væl hesa fyrstu ferðina. Tað dragaði seg um tímar, og ikki dagar.

Myndin vísir at talan er um eitt stórt skip (og tá halda vit at Tróndur í Gøtu er eitt stórt skip).







Myndasavn


Trýst her fyri at síggja myndasavn


Skrivstova

Skrivstovan er í Syðrugøtu, 
á Garðabrekku 4
Opið: Mán-Frí 9-17

Samband

P/F Varðin
Garðabrekka 4
FO 510 Gøtu
Tlf: 610 600
Faks: 441650
T-post: vardin@vardin.fo