Dagurin í gjár var ein stórur dagur hjá teimum, sum mannaðu tey seks skipini, ið Faroe Fish II átti. Í gjárkvøldið loystu tey fyrstu fýra - og í dag loysa tey bæði seinastu.
Bakur, Stelkur, Heykur og Falkur loystu seint í gjárkvøldið. Hitt parið, sum enn ikki er farið til fiskiskap, er Rókur og Lerkur og væntandi loysa teir í kvøld.
Reiðarin sigur, at ymiskar umvælingar eru gjørdar umborð á øðrum skipunum, og nú skal Skipaeftirlitið góðtaka arbeiðið, sum er gjørt.





