Á mynduni síggja vit nevnd og stjórn hjá felagnum:

Frá vinstur: Marner Lisberg, nevndarlimur, Tummas Thomsen, nevndarlimurm Egil Olsen, nevndarlimur, Bogi Jacobsen, stjóri, Jógvan Hentze, nevndarformaður, Tórheðin Jensen, nevndarlimur og Gudmund Mortensen, nevndarlimur

Varðin Pelagic hevði stovnandi aðalfund í dag.

Varðin P/F úr Gøtu kunngjørdi fyri góðari viku síðan ætlanir um at byggja uppisjóvarvirki á Tvøroyri saman við Delta Seafood P/F.

Feløgini bæði hava í dag stovnað felagið, sum skal standa aftanfyri hesa verkætlanina, sum fevnir um pelagiskt matvøruvirkið, ið skal standa á bryggjuni á Tvøroyri. Virki skal í byrjanini hava eina framleiðsluorku uppá 600 tons um døgni. 

Felagið eitur Varðin Pelagic P/F og hevur heimstað á Tvøroyri. Stjórin í felagnum er Bogi Jacobsen úr Sandavági.

Innskotið í felagið er 65 milliónir kr.

Ætlanin er at virkið skal standa klárt til framleiðslu longu í summar.

 





Myndasavn


Trýst her fyri at síggja myndasavn


Skrivstova

Skrivstovan er í Syðrugøtu, 
á Garðabrekku 4
Opið: Mán-Frí 9-17

Samband

P/F Varðin
Garðabrekka 4
FO 510 Gøtu
Tlf: 610 600
Faks: 441650
T-post: vardin@vardin.fo