29. Aug 2011
Jupiter, sum hevur trolað saman við Finni Fríða, landaði u.l. 520 tons av makreli í gjár. Teir eru lidnir at landa og fara væntandi avstaðaftur um eina løtu.Skipini hava roynt á umleið 62 stigum N og 3 stigum V, har øll tey føroysku skipini eru...
25. Aug 2011
Fagraberg hevur partrola við Jupiter á leiðini norðanfyri Føroyar. Teir hava fingið u.l. 820 tons av makreli í trimum hálum. Teir sigla móti Kollafirði og verða inni aftaná dögverða í dag. ...
19. Aug 2011
Tróndur í Gøtu hevur partrola við Fagraberg á leiðini norðanfyri Føroyar. Teir hava fingið u.l. 1050 tons av makreli í trimum hálum. Teir sigla móti Kollafirði og verða inni einaferð í nátt. ...
16. Aug 2011
Makrelskipini royna øll norðanfyri, tey norðastu eru á 64N og 8V. Jupiter, sum landaði 1000 tons í Kollafirði hetta vikuskifti sum fór, og Tróndur í Götu hava partrolað og pumpa veiðuna í Saksaberg. Bæði hálini lógu um 250 tons og støddin er góð, millum 440...
05. Aug 2011
Saksaberg kom inn á Kollafjørð í dag, men byrjar ikki at landa fyrr enn í morgin ári. Saksaberg hevur fingið pumpa makrel frá Finnur Fríða. Finnur Fríði hevur partrolað við Vesturvón. Teir hava roynt á leiðini norðanfyri Føroyar ímóti íslendska markinum. Saksaberg hevur u.l....
04. Aug 2011
Á heimasíðuni hjá Fiskiveiðieftirlitinum lesa vit at øll fiskifør, sum fiska makrel av felagskvotuni, sum er tillutað sambært § 6, stk. 2, pkt 2 í kunngerð nr. 85 frá 8. Juni 2011, um veiðu eftir makreli við fiskiførum undir føroyskum flaggi, skulu gevast við fiskiskapinum...
08. Jul 2011
Jupiter fór at sigla í morgun. Teir hava 420 tons av makreli og fara at landa veiðina til Faroe Pelagic í Kollafirði seinnapartin í dag. Sum skilst, sleppur Jupiter framat at landa beinanvegin. Tað hevur verið u.l. 1/3 av sild í makrelinum, men hendan túrin...
01. Jul 2011
Síðan føroyingar hava skrivað sær sjálvum eina stórri makrelkvotu enn frammanundan, hava hini strandalondini sum kunnugt nokta at taka ímóti føroyskum makreli. Undanfarin ár er allur makrelurin farin til matna. Men hesin makrelur er ikki landaður í Føroyum, tí onki virki hevur verið at taka...