Rok á makrelfeltinum.
Jupiter fór at sigla til Íslands í morgun við 2.250 tonsum av makreli, teir skulu landa á Fáskrúðsfirði, prísurin teir fáa er kr. 2,76/kg. Jupiter verður á Fáskrúðsfirði seint í kvøld.
Fagraberg fór eisini at sigla í nátt, teir eru komnir á Fuglafjørð við 2.700 tonsum.
Jupiter hevur trolað saman við Trónda í Gøtu, sum hevði 1.000 tons inni tá ið Jupiter fór at sigla. Fagraberg hevur trolað saman við Finni Fríða, sum hevði 1.300 tons inni tá ið Fagraberg fór at sigla. Nú trola Tróndur í Gøtu og Finnur Fríði saman. Tá ið Finnur Fríði hevur fingið 500 tons afturat, koma teir á Kollafjørð við teimum 500 tonsunum og landa rest í Fuglafirði.
Umframt Trónda í Gøtu og Finn Fríða eru: Norðborg, Næraberg, Atlantsfarið og 4 íslendsk skip á feltinum norðanfyri.






