Á Trygdarskeiðið í Klaksvík.
Sum öllum kunnigt, so má ein maður hava trygdarskeið fyri at mynstra. Á skeiðinum frá 23. august til 25. august á Trygdarmiðstöðini í Klaksvík vóru fólk frá reiðarínum Varðanum á trygdarskeiði, og tók ein teirra nakrar myndir.
Skeiðið tók tríggjar dagar, frá týsdegi til og við hósdag. Sigast má at tey sum stóðu fyri á miðstöðini, dugdu sera væl at undirvísa.
Trygdarskeiðini ganga undir ásetingarnar í STCW 95, sum er altjóða sáttmáli, og eru í dag viðurkend av IMO. Skeiðið í Klaksvík inniber A-VI. Partur 1-1, sum varð undirvístur av Malenu Siversen er um almenna trygd, partur 1-3 varð undirvístur av Janus Joensen og er um MOB bátar og annað tílíkt. Triða dagin hövdu vit partin 1-4 og lærarin æt Petur Ingvard Jacobsen, og var allur dagurin um fyrstuhjálp. Skeiðið nummar 1-2 um brandslökking er ikki tvungi at taka og er ikki við í hesum skeiðnum, men um onkur ynskir at taka brand-partin, so tekur tað tveir dagar afturat.
Endamálið við trygdarskeiðnum er at kunna um nýtslu og viðlíkahald av bjargingarútgerð, og at kunna um persónliga trygd og persónligar skyldur, til tess at gera sjófólk betri før fyri at fyribyrgja at vanlukkur henda og at duga betur at bera seg at í neyðstøðum.
Fyri at taka skeiðið krevst bláabók, sum er Galdandi Heilsuprógv fyri Sjófólk
Trygdarmiðstöðin í Klaksvík.
Trygdarmiðstøðin – er stovnur undir Fiskimálaráðnum ið hevur trygd á sjónum sum eitt av sínum málsøkjum.
Trygdarmiðstøðin varð stovna í 1999 sum sjálvstøðugur stovnur, til at geva sjómonnum skeið í trygd á sjónum. Tað er krav frá mynduleikunum at maður skal hava prógv fyri at hava verið á trygdarskeiði, fyri at sleppa at mynstra (hetta er sambært løgtingslóg nr. 63 frá 3. juli 1998 um manning av skipum).
Tað fyrstu tíðina eftir stovnanina helt trygdarmiðstøðin til á Klaksvíkar Sjómansskúla. Síðan var hon eitt skifti á Tekniska Skúla, til hon í august 2001 flutti í hølini í Bøgøtu 38.
Útboði av skeiðum er økt munandi eins og tørvurin á grundskeiðum framvegis er ovurstórur.
Harafturat hevur Trygdarmiðstøðin gjørt onnur skeið.
Sjóvinnuskúlarnir byrjaðu at undirvísa sínum næmingum í trygd á sjónum í 1980. Í 1990 var farið undir skipaða undirvísing í trygd á sjónum. Undirvíst varð sambært STCW 78. Hetta var á Klaksvíkar Sjómansskúla, har Frants Jacobsen, táverandi stjóri, var íbirtari. Í 1995 varð STCW sáttmálin dagførdur og í 1997 kom so løgtingslógin í gildi, sum setti krav um at øll sum mynstra á føroyskum skipum skulu hava verið á góðkendum trygdarskeiðið fyri sjófólk.
(undir "myndasövn" er eitt myndasavn við myndum, sum vóru tiknar hesar dagar í Klaksvík, og eitur "trygdarskeið").
Upplýsingar annars um skeiðið:






