Virkir og skip blokera

 Onkin blokada er komin frá EU, men virkir og skip í EU og Norra eru vorðin samd um at ikki keypa makrel úr Föroyum.

Heimasíðan hjá Kringvarpinum skrivar at politiið í Peterhead í Skotlandi legði uppí í gjáramorgunin, tá okkurt um 20 fiskimenn mótmæltu, at Jupiter landaði makrel.

Skiparar og aðrir á skotskum uppsjóvarskipum vóru illir, tí virkið Lunar Freezing keypir makrel frá føroyingum. Teir forðaðu við bilum sínum lastbilunum hjá Lunar Freezing at fara eftir makrelinum hjá Jupiter, skrivar blaðið Press and Journal. 

Fresh Catch hevur eisini keypt makrel, men eru eisini fyribils steðgaðir við tí. Spennandi verður um fleiri skip fara at landa har niðrið.

Tá politiið kom, góvust skotsku fiskimenninir við tiltaki sínum. Fiskimenninir fýlast á, at eitt virki, sum teir hava gott samstarv við, lætst ikki um vón, hóast nógv og hvøss mótmæli hava verið alla vikuna móti makrelfiskiskapinum hjá Føroyum og Íslandi. 

Lunar Freezing hevur svikið teir, segði ein talsmaður hjá teimum, sum mótmæltu í gjár, tá Jupiter landaði.
Ein talsmaður hjá Lunar Freezing segði við Press and Journal, at virkið heldur ikki, at atgerðin hjá fiskimonnunum er verd eina viðmerking.







Myndasavn


Trýst her fyri at síggja myndasavn


Skrivstova

Skrivstovan er í Syðrugøtu, 
á Garðabrekku 4
Opið: Mán-Frí 9-17

Samband

P/F Varðin
Garðabrekka 4
FO 510 Gøtu
Tlf: 610 600
Faks: 441650
T-post: vardin@vardin.fo